Lærarastarv á Frískúlanum

Frískúlin veksur og fer at víðka um toymið, ið arbeiðir við innskúling. Brennir tú fyri at arbeiða við teimum yngru næmingunum? At geva teimum ta best møguligu byrjanina at læra og mennast? Kundi tú hugsað tær eitt starv í einum kreativum skúla mitt í náttúruni, har læring gongur upp í eina hægri eind við granskandi, greinandi og skapandi tilgongdum, og har einstaki næmingURIN er í miðdeplinum? So er tað kanska júst tær, vit leita eftir.


Frískúlin er ein lítil heildagsskúli, sum samantvinnar skúla og frítíðarskúla í eitt heildagstilboð fyri allar næmingar. Náttúra, tónleikur, list, matgerð og spæl eru ein sjálvsagdur partur av undirvísingini.


Er eitt starv í okkara serstaka skúla nakað fyri teg, vilja vit fegin hoyra frá tær.


Tínir førleikar

Tú ert væl fyri fakliga og námsfrøðiliga. Tú brennir fyri innlæring og at kveika áhugan hjá børnum. Tú dugir væl at arbeiða í toymi. Tú ert virkin, sjálvstøðug/-ur og tekur ábyrgd í dagliga virkseminum‍


Setanarviðurskifti

Starvið er lønt sambært avalu við Føroya Lærarafelag.


Fá meiri at vita

Nærri fæst at vita um starvið við at venda tær til Agnieszku Lach Johannesen, skúlaleiðara, agnieszka.johannesen@skulin.fo ella tlf. 267 233


Umsóknir

Søk starvið her

Umsóknarfreistin er 30. mai 2023.


Um Frískúlan

Frískúlin er ein lítil barnaskúli. Hann fevnir um fyrstu seks skúlaárini umframt 0. flokk. Við sínum serstaka bygnaði skapar hann karmar fyri fjøltáttaðum virksemi, sum samantvinnar fleiri tilboð í einum samanhangandi heildagsskúla fyri øll. Aðalmálið er at møta einstaka heila barninum, har tað er, og geva tí bestu fortreytir at læra og búnast í samljóði við egnan tørv og menning. Skúlin leggur tí stóran dent á tíð til læring við áherðslu á tað kognitiva, sosiala/etiska, fysiska og musiskt/listarliga. Starvsfólkini fevna um lærarar, námsfrøðingar, tónleikalærarar og listafólk, sum í tøttum samstarvi leggja skúlavirksemið til rættis. Næmingarnir eru skipaðir menningarliga í bólkar við tveimum lærarum í hvørjum.. Frískúlin varð stovnaður í 2007. Hann byggir á drúgvar royndir í verki og mennir seg støðugt sum ein tíðarhóskandi skúli í síni samtíð.


Serstakt fyri Frískúlan er tilgongdin til alt virksemi, sum eisini gongur tvørtur um floks- og fakmørk við denti á tvørgreinaligum arbeiði. Hvør dagur fylgir sama leisti við hóskandi skifti millum ymiskar tættir í skúladegnum, sum eisini laga seg eftir natúrliga tørvinum hjá barninum. T.d. eru útispæl ein tíma hvønn morgun og felags matarsteðgir í ein hálvan tíma við búgvið borð liðir í skipaðu menningini av heila barninum. Hvør dagur hevur harumframt serstakar fyriskipanir fyri einstaka barnið sum tónleikaundirvísing og í smærri bólkum matgerð eftir tørni. Endamálið er, at barnið skal læra at síggja meining í størri heildini bæði í síni egnu læring og í felagsskapinum, sum tað skal kenna seg partur av og føla ábyrgd fyri.  ‍


Les meiri um okkara hugsjón og skúlaskipanina