Í Frískúlanum er køkurin sjálvt hjartað í skúlanum og matarløtan ein sjálvsagdur og mennandi partur av tí at ganga í skúla. Har læra børnini at hagreiða, borðreiða, fyriskipa, njóta og virða matin, tey eta. Og matarskipanin er bara ein av góðu orsøkunum til at velja Frískúlan.
Velbastaður er besta stað at hava ein frískúla sum okkara. Her hava vit alt, vit kunnu hugsa okkum: Náttúru, villar víddir, tryggleika og vakurleika. Samstundis eru vit eitt hanagleiv frá Havnini og bussurin koyrir okkum ókeypis til dyrnar, og heimaftur hvønn dag.
Hvør dagur á Frískúlanum er fyltur við góðum og lærurríkum løtum. Her er pláss fyri og góð tíð til at laga dagin eftir tørvinum hjá einstaka næminginum. Skift verður ímillum tvørgreinaligt bólkaarbeiði, sangløtu, skipað og frítt útispæl, matarløtu, stilluløtu og einsæris arbeiði í einstøkum lærugreinunum.
Í Frískúlanum syngja og spæla vit tónleik hvønn dag. Frálæra er í ukulele og gittar frá øðrum skúlaári fyri øll, sum vilja. Næmingar standa sjálvir fyri undirspæli til morgunsang og hugnaløtur.
Í Frískúlanum tekna, skapa, evna, lita, svansa og eksperimentera vit. Tann árliga sjálvsmyndin speglar menningina og sjálvsfatanina hjá næmingunum.
Busstúrurin tekur bara 15 minuttir úr Steinatúni og endar í túninum á Velbastað. Fyri nógv byrjar dagurin longu saman við skúlafeløgunum í bussinum. Eftir skúlatíð heintar bussurin børnini í túninum og koyrir tey trygt aftur til Havnar.