Upptøka

Vit hava nøkur pláss eftir til komandi skúlaár. Søk nú fyri at tryggja tínum barni eitt pláss

Upptøka fer fram eftir tí meginreglu, at fyrst uppskrivað verða fyrst tikin inn.

Tó við hesum treytum:

  • Umleið 10 næmingar pr. árgang, javnt kynsbýti (tvs 5 dreingir, 5 gentur í 1. fl)
  • Systkin hjá næmingunum sum ganga í Frískúlanum hava framíhjárætt til pláss.
  • Børn hjá starvsfólkunum sum arbeiða í Frískúlanum hava framíhjárætt til pláss.
  • Næmingar við serligum tørvi verða tiknir inn soleiðis at Frískúlin megnar at geva øllum næmingunum eitt hóskandi og mennandi tilboð.

Næmingar, sum ikki sleppa inn beinavegin, kunnu, um foreldrini ynskja tað, standa á bíðalista.