Spurningar og Svar

Niðanfyri eru nakrir afturvendandi spurningar og svar um ymisk viðurskifti í Frískúlanum. Hevur tú aðrar spurningar, ert tú sjálvandi vælkomin at venda tær til okkara.

Hvat kostar skúlin?

Skúlagjaldið er 1.800 krónur um mánaðin og fevnir um:

Skúlagongd hvønn dag frá kl. 8.00 til 14.45
Frítíðaransing frá kl. 14.45 til kl. 16.30
Heilsugóðan mat hvønn dag, sum næmingarnir gera og eta saman á middegi
Seturskúla á hvørjum ári
Ljóðførisundirvísing frá 2. skúlaári.
Frukt hvønn dag
Mjólk til matarløtuna á middegi hvønn dag
Millummála hvønn dag

Í skúlaskipanini hjá Frískúlanum er undirvísing og frítíðaransing samansjóðað í eitt samlað tilboð. Frítíðaransingin er sostatt partur av tilboðnum fyri allar næmingar øll árini.

Er tað ein vansi, at skúlin er á Velbastað?

Nei als ikki! Spyrt tú næmingar, foreldur, og lærarar er eingin ivi um, at einki betri stað finst enn Velbastaður at hava ein frískúla sum okkara. Her hava vit alt, vit kunnu ynskja okkum. Náttúru, villar víddir, tryggleika, vakurleika - ja veruliga Føroya størstu skúlastovu! Samstundis eru vit eitt hanagleiv frá Havnini, og bussurin koyrir okkum til dyrnar og heimaftur hvønn dag.

So, um tú heldur, at Velbastaður er langt burturi í óbygdum, har stormarnir ýla, seyðurin gongur í túninum, og alt koyrir í sínum egna bygdasliga tempo - so hevur tú so púra rætt!

Hvussu koma børnini í og úr skúla?

Bussleiðin koyrir ókeypis til dyrnar á skúlanum. Leið 5 fer úr Steinatúni kl. 7.45 og av Velbastað kl. 15.33. Eisini koyrir ein bussur kl. 16, um børnini ynskja at vera longri á skúlanum. Allarflestu børnini brúka Bussleiðina, og hjá nógvum byrjar skúladagurin longu í bussinum saman við skúlafeløgnum.

Skulu børnini hava matpakka við?

Nei, í Frískúlanum hava børnini ikki matpakka við. Køkurin er sjálvt hjarta í skúlanum og har fáa næmingar og starvsfólk heilsugóðan mat hvønn dag á middegi, sum børnini sjálvi eru við til at gera og borðreiða. Børnini skiftast at matgera og borðreiða/rudda. Matarløtan er ein týdningarmikil partur av okkara gerandisdegi, og matgerðin ein týdningarmikil partur av undirvísingini.

Hvønn leiklut hava foreldur í skúlanum?

Foreldur at børnum í Frískúlanum hava skyldur at gera ymiskt sjálvboðið arbeiði, og er hetta at rokna sum partur av skúlagjaldinum. M.a. standa foreldrini fyri reingerð um vikuskifti á skúlanum. Hvør familja ger reint umleið tvær ferðir um árið. Arbeiðsbólkar við foreldum taka sær av ymiskum uppgávum. Hvør familja hevur eitt umboð í onkrum bólki. Til dømis skipar ein bólkur fyri sosialum tiltøkum fyri foreldur og næmingar. Foreldraleikluturin er við til at styrkja sambandið við hini foreldrini og skúlan sum heild.

Hvussu er skúladagurin í Frískúlanum?

Menningarstøðið í bólkinum er avgerðandi fyri, hvussu dagurin verður uppbýttur.

Skúladagurin er uppbygdur við hóskandi skifti millum arbeiði í størri og minni bólkum og sjálvstøðugt arbeiði og millum stilt og kropsligt arbeiði

Tann yvirskipaða dagsskráin er tann sama hvønn dag. Tað gevur tryggleika og lættir um hjá lærarum at leggja arbeiði til rættis og hjá næmingunum at vita, hvat tey gera nær. Eisini skapar tað rúm fyri fjølbroytni og spontaniteti innan kendar og tryggar karmar.

So hvørt sum næmingarnir gerast eldri, taka teir meir og meir ábyrgd fyri at skipa egnan skúladag og arbeiði.

Ganga næmingarnir í flokkum eins og í fólkaskúlanum?

Nei. Næmingarnir verða býttir upp menningarliga fyri at geva teimum bestu fortreytir fyri at trívast og læra.

Heildarmenningin
hjá barninum avger í stóran mun, hvønn bólk barnið hoyrir til. Starvsfólkini meta javnan um, hvussu barnið mennist á øllum økjum, m.a. sosialt, kognitivt og fysiskt. Fyri barnið hevur tað týdning, at tað upplivir seg at eydnast, samstundis sum tað skal fáa hóskandi avbjóðingar. Næmingarnir kunnu sostatt vera eitt, tvey ella trý ár í einum bólki, alt eftir hvat verður mett at gagna menningini hjá barninum best. Aloftast flyta børnini úr einum bólki í annan við skúlaársbyrjan.

Næmingalagað
undirvísing eyðkennir allar tríggjar bólkarnar. Teir flestu næmingarnir fara úr Frískúlanum og í 7. flokk í fólkaskúlanum. Onkuntíð vísir tað seg, at næmingar við skúlabyrjan er 0. árs næmingar menningarliga, ella at teir ikki eru til reiðar at fara úr skúlanum eftir 6. skúlaár. Skúlin møtir eisini hesum næmingum, har teir eru menningarliga. Summi ganga sostatt eitt eyka ár í skúlanum og fara síðan víðari í antin 7. ella 8. flokk. Bleyt innskúling og útskúling er enn eitt eyðkennið fyri Frískúlan.

Er tónleikaundirvísing á skúlanum?

Ja, tónleikur er ein sera týðandi partur partur av gerandisdegnum í Frískúlanum. Vit syngja hvønn dag og børnini kunnu vera við í Frískúlakórinum. Eisini er tilboð um ljóðførisundirvísing frá øðrum ári til teir næmingar, sum vilja og tíma at spæla.

Er sjónleikur partur av undirvísingini?

Á hvørjum ári eru næmingarnir við til at skriva ein nýggjan jólaleik. Hetta er ein stór verkætlan, sum fevnir breitt fakliga og listarliga. Umframt at allir næmingarnir eiga lut í leikinum, gera teir eisini búnar, pallmynd og ofta tónleik, sum teir altíð spæla sjálvir. Hetta er eitt av hæddarpunktunum í frískúlaárinum, sum endar við eini hátíðarligari sýning fyri foreldur og familju.

Eru næmingarnir nógv úti?

Í Frískúlanum eru næmingarnir sera nógv úti. Útispæl er hvønn dag í ein heilan tíma, og vit fara javnan gongutúrar í náttúruni kring skúlan. Eisini eru felags gongutúrar saman við foreldrum, sum hava hug at koma við. Harumframt eru vit javnan í Havn til konsertir, framsýningar ella á t.d. Tjóðsavninum og Bókasavninum.

Hvørji tiltøk eru í skúlaárinum?

Í Frískúlanum skipa vit javnan fyri tiltøkum fyri næmingar og foreldur. Dømi eru:

Kvøldseturnar
Á skránni er felagssangur, framløgur og framførslur, sum næmingarnir standa fyri saman við lærarum.

Lesikvøldini
Foreldur og næmingar hittast til sjálvlestur, upplestur og hugna.

Gongutúrarnir
Í útiviku ganga vit av Norðasta Horni til Velbastaðar. Foreldur eru vælkomin við. Ein fjallagongutúrur við foreldrum er eisini árliga t.d. fyri Vestan.

Foreldrakaffi
Fríggjadagar hittast foreldur til eitt kaffiprát.

Arbeiðsdagarnir
Vit rudda, vaska, mála og fríðka inni og úti.

Fráfaringarhátíðarløtan
Enn eitt hæddarpunkt í frískúlaárinum. Vit heiðra elstu næmingarnar, sum fara úr skúlanum við sangi og røðum. Teir fáa gávu, sjálvsmyndir og eina rósu. Síðan fáa vit ein drekkamunn saman og eta okkara egna skerpikjøt frá flettingini.

Framførslur við Frískúlakórinum

Til jóla er siðvenja, at kórið syngur í TUTL. Eisini eru næmingar av og á bidnir at syngja og spæla til serlig tiltøk.

Árligi seturskúlin
Stutt fyri summarfrí fara allir næmingar á seturskúla í 2 dagar. Avmarkaða næmingatalið ger tað møguligt at gista nógvastaðni.

Tunnusláttur og føroyskur dansur
Vit sláa tunnu og fara upp á gólv. Næmingarnir skipa kvæði, ið tey hava lært.  Foreldur eru vælkomin við.

Gestaframførslur
Altjóða tónleikarar og onnur listafólk vitja javnan skúlan og geva børnunum minniligar upplivingar.

Verkstovur við listafólki
Listafólk hava javnan verkstovur við næmingunum, sum stimbrar teir listarliga og mennir teirra hugflog.

Fletta og taka upp
Børnini eru við í flettingini, gera rullupylsu, blóðpylsu og fletta bein. Seyðaskinnini verða send til Dímunar til garvingar. Í januar eta tey ræst kjøt og súpan. Skerpikjøtið verður goymt til fráfaringarhátíðarløtuna.

Árligi jólaleikurin
Eitt av stóru hæddarpunktunum er at uppliva jólaleikin. Tá kemur veruliga fram, hvat næmingarnir eru førir fyri at læra og skapa.

Kostar matur, frítíðarskúli og tónleikaundirvísing eyka?

Nei, skúlagjaldið er ein og sama upphædd. Ongar eyka útreiðslur eru.

Hava næmingarnir heimaarbeiði fyri hvønn dag?

Nei, í Frískúlanumn fáa næmingarnir heimaarbeiði við heim eina ferð um vikuna, sum tey skulu lata inn vikuna eftir. Næmingurin avger sjálvur, nær heimaarbeiðið verður gjørt. Tó skulu tey lesa hvønn dag.