Grundhugsjónin

Skúlin er eitt stað, har næmingar læra og mennast. Uppgáva skúlans er at virka fyri, at hvør einstakur næmingur lærir og mennist, og í so stóran mun, sum til ber, fær brúkt øll síni evni.


Øll børn mennast, hvør í sínum lagi. Fyri at stimbra og stuðla hvørjum einstakum barni í menning síni á øllum økjum - kognitivum, sosialium/etiskum, kropsligum og musiskum/listarligum - er neyðugt at møta barninum, har tað er, fyri at tað kann mennast so væl, sum tað kann.


Við at geva børnunum verulig akademisk val, gevur lærarin barninum hóskandi ávirkan á og ábyrgd av síni læring og møguleikan fyri at finna og brúka sína rødd. Í øllum hesum er lærarin medvitandi og virkin, sum m.a. fyrimynd, vegleiðari, stuðul, mentor, samskipari og myndugleiki.


Læring er ein aktiv tilgongd í næminginum. Fyri at læra krevst tíð og tryggleiki. Næmingurin skal hava tíð og rúm til at uppdaga, leggja til merkis, eksperimentera, reflektera og eisini at venja og automatisera. Sosial interaktión er ein týdningarmikil partur av læring. Næmingar læra og mennast gjøgnum upplivingar, royndir og í interaktión við ymiskt tilfar.


Lærarin skapar, saman við næmingunum, eitt stimbrandi og trygt umhvørvi, ein felagsskap, har barnið gjøgnum hóskandi aktivitet fær brúkt og lært ymiskar teknikkir og strategiir. Soleiðis leggur skúlin upp fyri fjølbroytni í læruháttum og í ymiskleikanum í børnunum, og skapar karmarnar, so børnini uppliva gleði í skúladegnum.