Skúlaskipanin

Tíð til næmingarnar

Frískúlin er ein heildagsskúli frá klokkan 8.00 til 14.45, umframt møguliga frítíðaransing til kl. 16.30, við hóskandi aktivitetum og avbjóðingum allan dagin. Hetta er tí, at okkara skúlaskipan krevur tíð til næmingarnar. Tey skulu hava stundir sjálvi at ogna sær vitan: eksperimentera og uppliva “aha-løturnar”; arbeiða umaftur og umaftur fyri at umbyggja teirra fatan, so hon rúmar tí nýggja; venja og brúka teirra nýggju vitan í øðrum samanhangi.

Skulu næmingar læra at velja og leggja sína tíð til rættis á hóskandi hátt, krevst tíð til tess. Skal skúlans arbeiði fevna um menning og læring “av tí heila barninum” - kognitivt, sosialt/etiskt, fysiskt og musiskt /listarligt - krevst tíð.

Ein skiftandi skúladagur

Skúladagurin er uppbygdur við hóskandi skifti millum meira og minni fysiskan aktivitet og fer skúlaarbeiðið fram á ymiskan hátt:

Allur flokkurin arbeiðir saman

Næmingar arbeiða í bólkum

Næmingar arbeiða saman tveir og tveir

Næmingar arbeiða sjálvstøðugt.

Menningarstøðið í flokkinum/stovuni er avgerðandi fyri, hvussu dagurin verður uppbýttur.Dagsskráin er í stóran mun tann sama hvønn dag. Hetta gevur tryggleika og lættir um tilrættaleggingina bæði hjá lærarum og næmingum. Eisini skapar tað rúm fyri fjølbroytni og spontaniteti innan kendar og tryggar karmar. So hvørt sum næmingarnir gerast eldri, taka tey størri ábyrgd av tilrættaleggingini av teirra egna skúladegi og arbeiði.

Aktivt foreldrasamstarv

Skúlaskipanin hjá Frískúlanum leggur sera stóran dent á aktivt samskifti við heimini. Tað hevur sera stóran týdning, at foreldrini vita, hvat børn teirra gera í skúlanum, so tey kunnu stuðla teimum á hóskandi hátt. Eisini verða foreldur og onnur avvarandi inndrigin við teirra servitan í skúlans arbeiði.

Foreldraluttøka í Frískúlanum

Foreldur at børnum í Frískúlanum hava skyldur at gera ymiskt sjálvboðið arbeiði, og er hetta at rokna sum partur av skúlagjaldinum. Tað eru m.a. foreldrini, ið standa fyri reingerð á skúlanum. Eisini eru arbeiðsbólkar, ið taka sær av ymiskum fyrifallandi og administrativum arbeiði, og hvør familja skal hava eitt umboð í einum tílíkum bólki. Hetta er samstundis ein stuttligur og sjálvsagdur partur av at hava børn í Frískúlanum.

Lærugreinabýti

Dagurin er settur saman av tvørgreinaligum arbeiði og grundtímum.Í byrjunardeildini eru grundtímarnir føroyskt og støddfrøði. Restin er skipað undir tvørgreinaliga arbeiðinum. Ítróttur hevur sítt fasta pláss á vikuskránni.Miðdeildin verður í høvuðsheitum skipað, sum byrjunardeildin, tó verða grundtímarnir víðkaðir, nú fleiri leirugreinar skulu við, t.d. fremmand mál og alis/evnafrøði.

Læraraskipanin

Hvør deildin hevur síni tvey akkersfólk, sum hava specialiserað seg innan júst hendan aldursbólkin, og eru hesi um bólkin.

Innskúling/byrjunarundirvísing

Tveir lærarar eru saman um stovuna so at siga allan skúladagin. Soleiðis kenna teir børnini væl, og kunnu fylgja børnunum allan skúladagin.

Hetta økir um møguleikan at arbeiða í bólkum og at taka sær av tí einstaka barninum. Tað gevur eisini lærarunum øktar møguleikar at eygleiða, og skapar eitt forum fyri, á høgum námsfrøðiligum støði, at tosa og meta um hvønn næming sær og um flokkin, og at leggja til rættis.

Miðdeildin

Eisini her eru tveir lærarar um stovuna. Teir eru akkersfólk og hava ábyrgd av at tilrættaleggja alt arbeiði og at samskipa deildina. Aðrir lærarar koma eisini inn at arbeiða, so hvørt sum lærugreinirnar verða fleiri.

Skúlabyrjan (næmingar í 1. fl):

Innskriving (januar)

Fyrsta foreldrasamrøða (januar)

Vitjan hjá heilsufrøðingi (jan/feb)

Vitjan (kl. 8 – 13 ein skúladag) (mars/apríl)

Næmingasamrøða (fyrstu skúlaviku í august)

Síðani byrjar vanlig skúlagongd.