Køkurin
- hjartað í skúlanum

Í Frískúlanum er køkurin sjálvt hjartað í skúlanum og matarløtan ein sjálvsagdur og mennandi partur av tí at ganga í skúla. Har læra børnini at hagreiða, borðreiða, fyriskipa, njóta og virða matin, tey eta. Og matarskipanin er bara ein av góðu orsøkunum til at velja Frískúlan.

Aðalfundur verður 17. mai kl. 19.00
Føroya størsta skúlastova

Føroya størsta
skúlastova

Velbastaður er besta stað at hava ein frískúla sum okkara. Her hava vit alt, vit kunnu hugsa okkum: Náttúru, villar víddir, tryggleika og vakurleika. Samstundis eru vit eitt hanagleiv frá Havnini og bussurin koyrir okkum ókeypis til dyrnar, og heimaftur hvønn dag.

Ein øðrvísi skúladagur

Hvør dagur á Frískúlanum er fyltur við góðum og lærurríkum løtum. Her er pláss fyri og góð tíð til at laga dagin eftir tørvinum hjá einstaka næminginum. Skift verður ímillum tvørgreinaligt bólkaarbeiði, sangløtu, skipað og frítt útispæl, matarløtu, stilluløtu og einsæris arbeiði í einstøkum lærugreinunum.  

Skúladagurin

  • Morgunløta
  • Fundur
  • Evnisarbeiði
  • Morgunsangur
  • Útispæl
  • Matarløta
  • Stillaløta
  • Lesiløta
  • Mappuarbeiði
  • Sjálvlestur
  • Endaløta
  • Millummáli
  • Ansing

Eitt ár á Velbastað

Skapan er, tá ið hugflogið skemtar sær

Spæla tónleik

Í Frískúlanum syngja og spæla vit tónleik hvønn dag. Frálæra er í ukulele og gittar frá øðrum skúlaári fyri øll, sum vilja. Næmingar standa sjálvir fyri undirspæli til morgunsang og hugnaløtur.

Kreativitetur

Í Frískúlanum tekna, skapa, evna, lita, svansa og eksperimentera vit. Tann árliga sjálvsmyndin speglar menningina og sjálvsfatanina hjá næmingunum.

Skúladagurin byrjar í bussinum

Skúladagurin byrjar í bussinum

Busstúrurin tekur bara 15 minuttir úr Steinatúni og endar í túninum á Velbastað. Fyri nógv byrjar dagurin longu saman við skúlafeløgunum í bussinum. Eftir skúlatíð heintar bussurin børnini í túninum og koyrir tey trygt aftur til Havnar.

Úr dagligdegnum

Frískúlin er ...

  • Ein sterkur felagsskapur, har øll kenna øll
  • Ein skúli, har næmingurin hevur ábyrgd og ávirkan á sína egnu læring
  • Eitt heildagstilboð við undirvísing, fríløtum og frítíðaransing
  • Eitt stað, har náttúran er sjálvsagdur partur av gerandisdegnum
  • Ein skúli, har køkurin er hjartað í skúlanum

Frískúlin er ikki ...

  • Ein skúli, har frástøðan millum heim og skúla, lærarar og onnur foreldur er stór
  • Ein skúli við matpakkum
  • Ein stórur skúli
  • Ein skúli við ringiklokku
  • Eitt stað, har næmingar detta niður ímillum

Hevur tú fleiri spurningar?