Aðalfundur 2024

Aðalfundur verður í Frískúlanum Undir Borgarhálsi 44, Velbastað týskvøldið 30. apríl 2024 klokkan 19.00

Skrá sambært viðtøkunum
1) Val av fundarstjóra
2) Skúlaleiðslan leggur fram frágreiðing
3 Stýrið leggur fram frágreiðing
4) Grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram
5) Ætlan fyri komandi ár verður løgd fram
6) Val av stýrislimum og varalimum smb. § 6
7) Val av grannskoðara
8) Innkomin uppskot
9) Ymiskt

Innkomin mál skulu verða okkum í hendi 14 dagar áðrenn fundin
(sendast til friskulin@friskulin.fo)

Møtið fjølment!

Vegna stýrið fyri Frískúlan í Havn
Búgvi Dalsgarð, stýrisformaður