Frískúlin
Stimbran, tryggleiki og tíð at mennast

Útsagnir um Frískúlan

Hvat siga foreldur um Frískúlan?

 
Mær dámar sera væl at børnini eru deild upp í yngri, mið og elsta bólk. Hetta gevur barninum møguleika at læra og geva av tí sum tey duga og tey yngstu hava eldri børn í sínum bólki, sum tey kunnu síggja upp til og læra av. Tað er høgt til loftið og vítt til veggja í einum tryggum umhvørvi, har einki er tilvildarligt. Hetta haldi eg, at børnini merkja og tað gevur tryggleika og trivna.
— Elisabeth Nolsø

Sera góður skúli, ið tekur atlit til tørvin hjá hvørjum einstøkum barni, og har læraranormeringin er so mikið góð, at øll børnini verða fingin við
— Fridrik Heinesen

Har er tíð og umstøður til at taka hond um tað einkulta barnið, tey eta góðan og sunnan mat saman (ongin matpakki) og dóttirin kemur heim við nýggjum sangskatti hvønn dag
— Eyðbjørt Nattestad

Sterk skúlaleiðsla. Rúm fyri einstaka barninum. Skúlin setur sær sjálvum høg krøv.
— Sólvá Jónsdóttir

At hoyra barnið siga: “Eg gleði meg at fara í skúla”, so veit ein, at barnið trívist. Tað er ein fortreyt fyri at læra.
— Elin Holm

 
Allan Dalsgarð