Frískúlin
Stimbran, tryggleiki og tíð at mennast
s&s.jpg

Spurningar & svar

Finn spurningar og svar um undirvísing, gerandisdag, skúlagjald, foreldraluttøku og mangt annað

Les meira ➤

Niðanfyri eru nakrir afturvendandi spurningar og svar um ymisk viðurskifti í Frískúlanum. Hevur tú aðrar spurningar, ert tú sjálvandi vælkomin at venda tær til okkara. 

 

+ Hvat kostar skúlin?

Skúlagjaldið er 1.700 krónur um mánaðin og fevnir um:

  • Skúlagongd hvønn dag frá kl. 8.00 til 14.45
  • Frítíðaransing frá kl. 14.45 til kl. 17.
  • Heilsugóðan mat hvønn dag, sum næmingarnir eta saman á middegi
  • Seturskúla á hvørjum ári
  • Ljóðførisundirvísing frá 2. skúlaári.
  • Frukt hvønn dag
  • Mjólk til matarløtuna á middegi hvønn dag
  • Millummáli hvønn dag

Í skúlaskipanini hjá Frískúlanum er undirvísing og frítíðaransing samansjóðað í eitt samlað tilboð. Frítíðaransingin kann sostatt ikki veljast frá.

+ Er tað ein vansi at skúlin er á Velbastað?

Nei als ikki, um tú spyrt næmingar, foreldur og lærarar! Vit plaga at siga at Velbastað er besta stað til okkara skúla. Hóast tað í fyrstuni kann tykjast sum ein vansi, at skúlin liggur langt frá Havnini, er tað í praksis als eingin trupulleiki og bæði foreldur og næmingar eru sera glað fyri, at skúlin liggur just har, hann ger. Busssambandið er fyrsta floks og tí er nærum eingin tørvur á at koyra børnini til og úr skúla í gerandisdegnum. Í mun til undirvísingina og trivnaðin er Velbastaður perfekta staðið til okkara skúla. Stórsligna náttúran - Føroya størsta skúlastova - er beint uttanfyri dyrnar og vit eru dagliga úti í øllum veðri.

+ Hvussu koma børnini í og úr skúla?

Bussleiðin koyrir ókeypis til dyrnar á skúlanum. Leið 5 fer úr Steinatúni kl. 7.45 og av Velbastað kl. 15.15. Eisini koyrir ein bussur kl. 16 um børnini ynskja at vera longri á skúlanum. Allarflestu børnini brúka Bussleiðina, og løtan í bussinum er ein partur av sosialu samveruni.

+ Skulu børnini hava matpakka við?

Nei í Frískúlanum hava børnini ikki matpakka við. Næmingar og starvsfólk fáa heilsugóðan mat hvønn dag á middegi, sum børnini sjálvi eru við til at gera og borðreiða. Børnini skiftast um at matgera og borðreiða/rudda. Matarløtan er ein týdningarmikil partur av okkara gerandisdegi og matgerðin ein týdningarmikil partur av undirvísingini.

+ Hvat inniber foreldraluttøkan?

Foreldur at børnum í Frískúlanum hava skyldur at gera ymiskt sjálvboðið arbeiði, og er hetta at rokna sum partur av skúlagjaldinum. Tað eru m.a. foreldrini, ið standa fyri reingerð í vikuskiftunum á skúlanum, og skal hvør familja gera reint umleið tvær ferðir um árið. Eisini eru arbeiðsbólkar, ið taka sær av ymiskum uppgávum, og hvør familja skal hava eitt umboð í einum tílíkum bólki. Hetta er samstundis ein stuttligur og sjálvsagdur partur av at hava børn í Frískúlanum.

+ Hvussu er skúladagurin í Frískúlanum?

Menningarstøðið í bólkinum er avgerðandi fyri, hvussu dagurin verður uppbýttur.

Skúladagurin er uppbygdur við hóskandi skifti millum arbeiði í størri bólkum og minni bólkum/sjálvstøðugt arbeiði, og millum meira og minni fysiskan aktivitet.

Tann yvirskipaða dagsskráin er í stóran mun tann sama hvønn dag. Hetta gevur tryggleika og lættir um tilrættaleggingina bæði hjá lærarum og næmingum. Eisini skapar tað rúm fyri fjølbroytni og spontaniteti innan kendar og tryggar karmar.

So hvørt sum næmingarnir gerast eldri, taka tey størri ábyrgd av tilrættaleggingini av teirra egna skúladegi og arbeiði.

+ Ganga næmingarnir í flokkum eins og í fólkaskúlanum?

Nei, í Frískúlanum eru næmingarnir býttir í tríggjar heimastovubólkar: yngsta, mið og elsta bólk.

Heildarmenningarstøðið hjá barninum avger í stóran mun, hvønn bólk barnið hoyrir til. Starvsfólk eftirmeta leypandi, hvussu barnið mennist á øllum økjum, m.a. sosialt, kognitivt og fysiskt. Barnið skal sleppa at uppliva at tað eydnast, samstundis sum tað skal fáa hóskandi avbjóðingar.

Næmingarnir kunnu sostatt vera eitt, tvey ella trý ár í einum bólki, alt eftir hvat verður mett at gagna menningini hjá barninum best. Tá ið eitt barn flytir úr einum bólki í ein annan, er tað sum oftast við skúlaársbyrjan.

Næmingalagað undirvísing eyðkennir allar tríggjar bólkarnar. Teir flestu næmingarnir fara úr Frískúlanum og í 7. flokk í fólkaskúlanum.

+ Er tónleikaundirvísing á skúlanum?

Ja, tónleikur er ein sera týðandi partur partur av gerandisdegnum í Frískúlanum. Vit syngja hvønn dag og børnini kunnu vera við í Frískúlakórinum. Eisini er tilboð um ljóðførisundirvísing frá øðrum ári til teir næmingar sum ynskja og tíma hetta.

+ Er sjónleikur partur av undirvísingini?

Á hvørjum ári verður ein nýskrivaður jólaleikur spældur, har allir næmingar eru við. Hetta er ein stór verkætlan, har mæmingar eru við til at skriva leikin, gera búnar og pallmynd, spæla tónleik og mangt annað og sum endar við eini hátíðarligari sýning fyri foreldrum og familju.

+ Eru næmingarnir nógv úti?

Í Frískúlanum eru næmingarnir sera nógv úti. Útispæl er hvønn dag og vit fara javnan gongutúrar í náttúruni kring skúlan. Eisini eru felags gongutúrar, har foreldur eru vælkomin.

+ Hvørji tiltøk eru í skúlaárinum?

Í Frískúlanum skipa vit javnan fyri tiltøkum fyri næmingum og foreldrum. Nevnast kunnu

  • Kvøldseturnar tá vit savnast til felagssang, framløgur og framførslur frá næmingum.
  • Lesikvøldini tá foreldur og næmingar hittast til sjálvlestur, upplestur og hugna.
  • Gongutúrarnir í útivikuni av Norðasta Horni til Velbastaðar. Foreldur eru vælkomin.
  • Foreldrakaffi fríggjadagar, tá vit hittast til eitt Frískúlaprát
  • Arbeiðsdagarnir tá vit rudda, vaska, mála og fríðka inni og úti.
  • Árliga fráfaringarløtan tá elstu næmingarnar siga farvæl og fara víðari.
  • Framførslur við Frískúlakórinum í TUTL handlinum ella aðrastaðni, tey vera boðin at framføra.
  • Árligi seturskúlin tá føroya størsta skúlastova verður tikin í brúk og Frískúlin fer á bygd.
  • Tunnusláttur og kvøðing á føstulávint er fastur táttur. Børnini skipa kvæðini tey hava lært.
  • Felags foreldrafundirnir
  • Gestaframførslur av ymsum slagi. Altjóða tónleikarar og onnur listafólk vitja javnan skúlan og geva børnunum stórar upplivingar.
  • Verkstovur við listafólki sum læra børnini at tekna, mála, skapa og menna sítt hugflog.
  • Fletta og taka upp í oktober, tá børnini gera rullupylsu, blóðpylsu og fletta bein. Seyðaskinnini verða send til Dímunar til garvingar. Í januar eta tey ræst kjøt og súpan.
  • Árligi jólaleikurin sum er stóra hæddarpunktið. Tá skúlin veruliga vísir, hvat børnini eru før fyri at læra og skapa.