Frískúlin
Stimbran, tryggleiki og tíð at mennast
155409_3124853561989_691569360_n.jpg

Kunning

Frískúlin - ein einastandandi møguleiki

 
innskrivng.jpg

Vilt tú geva tínum barni møguleikan at ganga í einum barnaskúla, sum tekur støði í einstaka næminginum og gerast partur av einum sterkum og mennandi felagsskapi millum næmingar, lærarar, námsfrøðingar og foreldur? So er Frískúlin kanska rætta valið til títt barn

Frískúlin er ein øðrvísi barnaskúli fyri 1. - 6. flokk, sum í 12 ár hevur givið næmingum eitt stimbrandi og trygt læringsumhvørvi í ‘Føroya størstu skúlastovu’, har náttúran og umhvørvið eru sjálvsagdir partar av skúladegnum. Skúlin fevnir um ‘tað heila barnið’, og virkar fyri, at barnið mennist og lærir kognitivt, sosialt, fysiskt og listaligt.

Við støði í einstaka næminginum - sum partur av felagsskapinum - arbeiða vit tvørgreinaliga og knýta saman lærugreinir. Hetta eggjar til og gevur pláss fyri persónligum úttrykki og gevur næmingum pláss til at fyrihalda seg, traðka fram og at brúka sítt hugfloð

Vilt tú vita meira, um okkara hugsjón, gerandisdagin á skúlanum og møguleikan fyri innskriving?

Ring á telefon 32 81 50 ella 22 86 53 (Sharon Weiss, skúlastjóri) ella 51 03 14 (Eyðbjørg Dalsgaard, varaleiðari).

Ella skriva beinleiðis boð til sharon.weiss@skulin.fo ella eydbjorgdalsg@gmail.com

 

Alt um Frískúlan

 
Allan Dalsgarð