Frískúlin
Stimbran, tryggleiki og tíð at mennast

Útsagnir um Frískúlan

Hvat siga næmingarnir um Frískúlan?

 

Tað, sum eg haldi er sera gott við Frískúlanum, er, at dentur verdur lagdur á at menna ymisku listaligu førleikarnar hja næmingunum og at næmingurin lærir at liva i samljóði við náttúruna sum úrslit av teimum mongu fjallatúrunum og náttúrukanningunum.
— Mia Helmsdal Clothier

At skúlin er sum ein stór familja, tí at hann ikki er so stórur. Og av tí at flokkarnir ikki eru so stórir, kennast øll orduliga væl, hava gott samanhald og eru vinir.
— Bára Helmsdal Clothier

Tað besta er stillaløta, tí tá kann eg gera tað, eg havi hug til, einasta kravið er, at tað er kvirt. Eg kann spæla spøl, lesa ella fáa mær ein blund.
— Treysti Holm
 
Allan Dalsgarð