Frískúlin
Stimbran, tryggleiki og tíð at mennast
18836720_10154537811096156_2065192315670354502_o.jpg

Tilmelding

Tilmelding til Frískúlan

Tilmelding

Tilmelding fer fram við niðanfyristandandi oyðiblaði.

Upptøka:

Upptøka fer fram eftir tí meginreglu, at fyrst uppskrivað verða fyrst tikin inn. Tó við hesum treytum:

  1. Umleið 10 næmingar pr. árgang, javnt kynsbýti (tvs 5 dreingir, 5 gentur í 1. fl)
  2. Systkin hjá næmingunum sum ganga í Frískúlanum hava framíhjárætt til pláss
  3. Børn hjá starvsfólkunum sum arbeiða í Frískúlanum hava framíhjárætt til pláss
  4. Næmingar við serligum tørvi verða tiknir inn soleiðis at Frískúlin megnar at geva øllum næmingunum eitt hóskandi og mennandi tilboð


Um miðan november, árið fyri barnið skal byrja í fyrsta flokki, setur Frískúlin seg í samband við foreldur at næmingum, ið eru uppskrivaðir til fyrsta flokk næsta skúlaárið. Tá skulu foreldur kunnu binda seg til at barnið kemur í Frískúlan fylgjandi august.

Endaligi næmingalistin verður gjørdur fyrst í desember og sendur út fyri jólafrí. Hetta er neyðugt so foreldur at næmingum, sum ikki sleppa inn, kunnu taka avgerð um, hvat tey gera komandi skúlaárið. Innskriving og fyrsta foreldrasamrøða verður fyrstu vikurnar í januar.

Næmingar sum ikki sleppa inn beinavegin kunnu, um foreldrini ynskja tað, standa á bíðalista.